Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Hæmodialysuviðgerð byrjað á Suðuroyar Sjúkrahúsi í dag

Í dag, 4. mars 2024, í fagrasta veðrið kunnu dialysusjúklingar á fyrsta sinni fáa hæmodialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Ynskið um at veita dialysusjúklingum hæmodialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi er ikki nýtt, men hevur røtur heilt aftur til fyrst í 2000 árunum. Eins og landsstýriskvinnan, Margit Stórá, vísti á í røðu síni til almennu móttøkuna, ið var á Suðuroyar Sjúkrahúsi 1. mars, so hevur tilgongdin verið drúgv, men nú eru øll viðurskifti komin upp á pláss, soleiðis at borgarar kunnu fáa trygga og góða dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

At vit nú eru komin har til, at tað er møguligt at bjóða hesa tænastu á Suðuroyar Sjúkrahúsi, vísir okkum at áhaldandi leitan eftir loysnum, kann føra á mál, sjálvt um nógv týdningarmikil viðurskifti skulu havast í huganum.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi halda vit, at umstøðurnar hjá dialysusjúklingunum eru sera góðar. Hølini, har sjúklingar og sjúkrarøktarfrøðingar skulu halda til, eru umvæld til endamálið, og kann ikki sigast annað enn, at umvælingararbeiðið er eydnast væl, soleiðis at bæði hølisumstøðurnar og viðgerðartólini eru av teimum allar bestu.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi fegnast vit um, at vit kunnu bjóða sjúklingum hæmodialysuviðgerð her á staðnum, og at sjúklingarnir ikki longur hava fyri neyðini at ferðast til viðgerð í Havn fleiri ferðir um vikuna.

Myndir frá móttøkuni, ið var 1. mars 2024

04-03-2024 22.27.03

Send skjalið